Spenningurin er um ólavsøkusigurin

Hóast flestu FM-heitini eru avgjørd, longu áðrenn fyrstu tøkini verða tikin á ólavsøkuróðrinum, so er ikki heilt frítt, at spenningurin er stórur kortini. Ofta verður tikið til, at ólavsøkuróðurin hevur at kalla eins stóran týdning sum sjálvt FM-heitið, og tí er eingin ivi um, at nógv eisini verður lagt fyri, hóast FM er avgjørt.

Tað er bara í gentu- og dreingjaróðrinum, at gullið ikki er heilt avgjørt, men heldur ikki í hesum róðrunum er spenningurin tann heilt stóri. Hinvegin er spenningurin um Útvarpssteypið so stórur, sum hann sjáldan hevur verið tað. Tríggjar manningar hava enn fult stigatal, og kunnu tær tí allar vinna steypið. Reglurnar siga, at eru fleiri bátar, sum hava eins nógv stig, fer steypið til tann bátin, sum hevur havt vakrasta róðurin á ólavsøku. So tað snýr seg kanska ikki bert um at rógva skjótt hesaferð.

Startrøðin til róðurin er fastløgd. Hendan er sett efir, hvussu bátarnir stóðu seg á seinastu FM-stevnuni, og framgongur hon niðanfyri.

 

5-mannafør, dreingir

5 Blikur

6 Tjaldrið

7 Junkarin

8 Sílið

9 Havfrúgvin

10 Teistin

11 Jallurin

12 Drekin

 

6-mannafør, kvinnur

8 Kollfirðingur

9 Jarnbardur

10 Lómur

 

5-mannafør, gentur

6 Ørnin

7 Teistin

8 Tambar

9 Hvassi

10 Drekin

11 Blikur

 

5-mannafør, kvinnur

5 Erla Kongsdóttir

6 Teistin

7 Ritan

8 Sílið

9 Ørnin

10 Fípan Fagra

11 Frúgvin

12 Jallurin

13 Blikur

 

6-mannafør, menn

5 Kollfirðingur

6 Lómur

7 Jarnbardur

8 Tvørabáturin

9 Sundabáturin

10 Strálan

11 Riddarin

12 Rádni

 

8-mannafør

7 Ørvur

8 Argjabáturin

9 Heiðabáturin

10 Árnfirðingur

11 Knørrur

 

10-mannafør

8 Vestmenningur

9 Eysturoyingur

10 Havnarbáturin