Nú kann tað ikki svitast hjá HB. Teir eru sjey stig frammanfyri tvey tey næstu liðini, og tað eru fimm umfør eftir at spæla. Og tað vil siga, at tað skal ganga meiri enn illa hjá havnarmonnunum, um teir ikki skulu vinna FM heitið og harvið the double ella greipuna, sum tað hevur verið kallað hesi seinnu árini, tá eitt lið hevur vunnið bæði meistaraskapin og kappingina um løgmanssteypið.
Spurningurin seks vikur og fimm umfør undan kappingarenda ? annað vikuskifti verður ikki spælt í 1. deild, tí tá skal landsliðið spæla móti Kekkia á Svangaskarði ? er ikki, hvør verður FM vinnari, men heldur nær HB vinnur meistaraheitið.
HB er sjey stig undan B36, sum síðani summarsteðgin av álvara hevur fingið glið á, og KÍ, og við góða málmuninum hjá oddaliðnum í huga vil tað siga, at HB hevur ráð til at tapa tveir dystir og spæla ein javnan og alíkavæl vinna FM. Og tá skulu B36 og KÍ fáa fult hvørja ferð fimm tey síðstu umførini.
At rokna við at hetta skal koma fyri, er rættuliga lítið sannlíkt. Við allari virðing fyri mótstøðuliðunum er tað ilt at ímynda sær, at tey skulu taka so mong stig frá oddaliðnum. Mótstøðuliðini hjá HB eru VB og B68 í Gundadali, KÍ í Klaksvík, Sumba í Gundadali og ÍF í Fuglafirði.
Verður mannagongdin frá undanfarnum árum fylgd, so fáa havnarmenninir ikki gullkrónurnar og Føroya Bjór steypið fyrrenn í Fuglafirði leygardagin 3. oktober.
Men tað er nógv, sum bendir á, at full greiða fer at fáast á FM spurninginum og harvið á, hvør skal fáa milliónina fyri at taka lut í europeisku meistarakappingini, tá HB fer til Klaksvíkar sunnudagin 20. september.
HB hevur ikki vunnið meistaraskapin síðani 1990, og ta ferðina var tað norðuri í Klaksvík, at tað gjørdist greitt, at teir fóru at vinna FM. Meistaraskapurin hjá HB í ár verður tann fjúrtandi, og nú fara teir av álvara at hótta KÍ, sum hevur vunnið sekstan meistaraskapir, síðani farið varð undir landskappingina í 1942.
KÍ og B36 í Europa Cup
Meistaraskapurin hjá HB ger, at klaksvíkingar komandi ár fáa atgongumerkið til europeisku steypakappingina.
B36 hevur ikki tapt, síðani teir vóru í Runavík 13. juni, tá NSÍ á skálafjarðarstevnuni vann 2-0. Og B36 hevur vunnið fýra teir síðstu dystirnar. Undanvindurin hesar seinastu mánaðirnar hevur tyngt so mikið um stigaposan, at í løtuni er tað nógv, sum bendir á, at meistaraliðið frá í fjør vinnur silvur og harvið rættin til luttøku í UEFA Cup kappingini komandi ár.
Um endaliga støðan verður henda, so verður hetta ein staðfesting av, at tyngdin í føroyskum fótbólti er flutt frá at hava verið í eystara partinum av landinum so at siga øll nítiárini og í høvuðsstaðin. Men tað er framvegis stór kapping um annað plássið.
NSÍ í intertoto
Næsti kappingarneytin hjá B36 til UEFA Cup plássið er NSÍ. Higartil hevur NSÍ ongantíð rokkið heiðursmerkjaplássið í endastøðuni, og tað er heldur ikki víst, at teir fara at gera tað í ár, men tað er avgjørt ikki ómøguligt.
Tað er kortini ikki víst, at eitt møguligt triðja pláss til NSÍ fer at bera rætt til Europa Cup luttøku við sær. Tað ger tað bara, um tað fer at eydnast NSÍ at leggja B36 aftur um seg. Vinnur NSÍ triðja plássið, og B36 verður næstfremst og KÍ endar á fjórða plássi, so verður luturin hjá NSÍ at spæla í Intertoto komandi ár, og luturin verður tann sami, um NSÍ endar á fjórða plássi og KÍ og B36 enda á plássunum frammanfyri.
GÍ burturúr Europa
Gøtumenn, sum hódagin skulu spæla í Europa Cup niðri í Ungarn, og sum koma aftur til Føroyar leygardagin, og skulu spæla í Klaksvík sunnudagin, hava verið fast inventar í Europa Cup síðani 1994. Men ósigurin móti HB var ? umframt síðsta farvæl til møguleikan at vinna FM heitið í ár ? eisini næstan farvæl til Europa Cup. Í hvussu so er kámaðist møguleikin fyri UEFA kappingini so nógv, at tað er sera sannlíkt, at gøtuemnn fyri fyrstu ferð í fimm ár ikki fara at spæla í Europa Cup komandi ár. Og tað er nógv, sum talar fyri, at teir heldur ikki fáa pláss í Intertoto kappingini.
Æran hjá VB og B68
Vágbingar og toftamenn hava bara æruna at spæla um. Teir kunnu ikki vinna heiðursmerkir ella pláss í altjóða kappingum, og teir kunnu heldur ikki flyta niður.
Fyri toftamenn er hetta eitt sindur av einum vónbroti, tá hugsað verður um, at teir spentu bogan høgt, m.a. við útlendskum spælarum. Hjá VB er talan um avrik, sum teir ? tá broytingarnar í spælarahópinum verða tiknar við ? ivaleyst eru nøgdir við, hóast teir í fjør rukku fjórða plássinum.
Vónin er næstan brostin
Tvørámenn hava leingi sæð fram móti síðsta og komandi vikuskifti, tí tá sóu teir sær møguleikar at skava neyðugu stigini saman, um tað skuldi eydnast at verða hangandi í 1. deild.
TB fekk eitt stig móti Sumba, men tað má næstan metast sum eitt vónbrot í royndini at yvirliva í bestu deildini. Ein sigur á fuglfirðingum kann framvegis fara at vísa seg at vera bjargingin undan aftasta plássinum.
Skráin
Liðini hittast soleiðis tað, ið er eftir av kappingini: Sunnudagin 30. august: B68-B36, Sumba-NSÍ, ÍF-TB, KÍ-GÍ og HB-VB. Sunnudagin 13. september: HB-B68, GÍ-Sumba, NSÍ-ÍF, TB-B36 og VB-KÍ. Sunnudagin 20. september: B68-TB, Sumba-VB, ÍF-GÍ, B36-NSÍ og KÍ-HB.
Síðsta umfarið verður leygardagin 3. oktober, og tá hittast B68-NSÍ, Sumba-KÍ, ÍF-HB, B36-VB og TB-GÍ.