Tað var als einki at rafla um, tá ið 8-mannaførini róðu. Tað er rættari at siga, at tey róðu, enn at tey kappaðust, tí talan var als ikki um kapping.
Á Skálafjørðinum vóru ábendingar um, at Árnfirðingur kanska kundi geva Argjabátinum kapping.
Tí var við spenningi sæð fram ímóti róðrinum á jóansøku.
Tað var ongantíð nakar spenningur. Argjabáturin sprakk avstað, og eftir fyrstu fáu tøkini var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin hjá argjamonnum fór at verða.
Argjabáturin vann so sera sannførandi. Árnifirðingur gjørdi einki við hann. Heldur var spenningur um næstfremsta plássið, sum Nevið Reyða við manningini á Ørvi bjóðaði av í.
Tað eydnaðist Árnfirðingi at halda tørn um næstfremsta plássið, men hvørki annar ella hin báturin megnaði at gera nakað sum helst við heilt suverena Argjabátin.
1 Argjabáturin
2 Árnfirðingur
3 Argjabáturin