Fótbóltur
Alt bendir á, at tað ikki verður fyrrenn eftir 27. umfar, at spurningurin verður svaraður um, hvørji tey bæði liðini verða, sum skulu flyta upp úr næstbestu og í bestu deildina. Síðsta umfarið verður leygardagin 18. oktober. At 1. deild verður liðug eina viku frammanundan, at síðsta umfarið í bestu deildini verður, kemst av, at næstsíðsta umfarið verður spælt annan sunnudag ella dagin eftir, at landsdysturin ímóti Eysturríki hevur verið.
Hesa ferð misti VB/Sumba oddasessin 07 Vestur, sum togaði seg upp á sama stigatal sum VB/Sumba, og sum er ovast, tí málmunurin hjá vágamonnum er væl betri, enn hann er tað hjá suðuroyingum. Hjá 07 Vestur er hann 101-32!!, og hjá VB/Sumba er hann 59-23.
Fyrr í summar hevur VB/Sumba tvær ferðir vunnið fulla úrtøku ímóti TB. Leygardagin var VB/Sumba á Sevmýri. TB hevur ikki møguleika at røkka uppflytingarplássi, men tvøramenn vístu, at teir framvegis megna at seta seg væl og virðiliga upp, tá ið tað eru grannarnir, sum teir standa yvirav. TB var væl meiri sannførandi, og nógvu áskoðararnir sóu, at tað ongantíð var ivi um, hvør skuldi vinna stigini.
07 Vestur hevði á pappírinum lætta uppgávu á heimavølli, og vágaliðið avgreiddi sín seting væl og virðiliga við 8-2 sigri á teimum næstbestu hjá Víkingi.
Spurningur er nú, hvussu leingi 07 Vestur verður oddalið. Longu leygardagin skal 07 Vestur spæla á Vágseiði. Higartil hevur tað hilnast illa, tá ið 07 Vestur hevur verið sunnanfyri Suðuroyarfjørð. Vágamenn hava tapt 4-0 á Sevmýri og 1-0 í Vági.
Um dreymurin hjá 07 Vestur um Formula fótbólt skal verða veruleiki, so er tað nógv, sum bendir á, at tað verður neyðugt at vinna í hvussu so er eitt stig meiri burturúr triðju ferðini til Suðuroyar.
AB vann trivaligan sigur á teimum næstbestu hjá NSÍ, og AB er nú bara eitt stig aftanfyri tey bæði oddaliðini.
Skráin hjá oddaliðunum í trimum teimum seinastu umførunum sær soleiðis út:
25. umfar: VB/Sumba-07 Vestur, HB-AB, 26. umfar: AB-KÍ, 07 Vestur-NSÍ olg Víkingur-VB/Sumba og 27. umfar: VB/Sumba-EB/Streymur, HB-07 Vestur og B68-AB.
Botnliðini hittust í Streymnesi, har Olgar Danielsen og hansara menn í EB/Streymi vunnu 4-1 á KÍ. EB/Streymur er framvegis aftast og harvið mest upplagdi kandidaturin til niðurflyting, men støðan er ikki heilt vónleys hjá blaðungu monnunum.
Felags fyri bæði EB/Streym og KÍ er tað, at tað kom illa við hjá teimum, at næstbesta liðið hjá B68 vann sannførandi sigur á teimum næstbestu hjá HB. Harvið flutti B68, sum hevur betri málmun enn bæði EB/Streymur og KÍ, seg nærri bjargingini.