– Í menniskjum góður tokki frættir tí fegin frá barnafamiljum, sum eru fíggjarliga sperdar, og sum fegin vilja geva børnunum eina góða uppliving í summarfrítíðini.
Tað er ókeypis at taka lut, matur og tað sum hendir á leguni er eisini ókeypis og tað er eisini møguligt at fáa telt og soviposar til láns. Í menniskjur góður tokki kann eisini hjálpa við flutningi til Selatraðar og heimaftur.
Fleiri fíggjaliga sperdar familjur vóru á leguni í fjør og tær lótu allar sera væl at og bæði børn og vaksin høvdu nakrar hugnaligar og áhugaverdar dagar.
Familjulegan verður í døgunum 4. – 7. Juli og nógv spennandi er á skránni til børn og barnsligar sálir. Á leguni er m.a. snorkling, kano & árabátar, jarnsmíð, síging, klatring, skattajakt fyri tey smáu, gummibátahylur, paintball, legubál og nógv annað spennandi og stuttligt.
Eru tit fíggjarliga sperd og hava hug at taka lut á familjuleguni er at senda Í menniskjum góður tokki eini boð antin umvegis facebook ella á [email protected]