Skattalóg
Tey fýra skipini, sum fingu part í skuldarumleggini hjá landsstýrinum vóru Ocean Castle, Arctic Viking, Høgifossur og Sjúrðraberg. Av hesum er Ocean Castle sjálvur ikki til meira, men hini trý eru so framvegis hjá somu eigarum, tó at støðan hjá Arctic Viking er nakað serlig, nú skipið fór undir fremmant flagg.
Parturin hjá Sjúrðrabergi var heldur ikki so stórur, at tað hevur nakra stórvegis ávirkan á ársroknskap felagsins, men hjá partafeløgunum, Líðin og Samvinnufelagið, sum eiga ávíkavist Arctic Viking og Høgafoss, hevur hetta merkt eina útreiðslu í rakstrinum. Arctic Viking hevur sambært ársroknskapinum goldið 174 tkr. í kapitalvinningsskatti fyri 2002, og hjá Samvinnufelagnum er upphæddin 427 tkr.
Og serliga hjá Samvinnufelagnum hevur hetta fingið ilt í tey, sum vara av felagnum. Í ársfrágreiðingini verður millum annað sagt:
»Kapitalvinningsskattalógin tekur rætt og slætt ikki hædd fyri, at bæði 3-manna serfrøðinganevndin hjá landsstýrinum og nevnd felagsins hava gjørt sínar metingar og hava tikið avgerðir við støði í teimum reglum sum galdandi vóru 2 ár áðrenn kapitalvinningsskattalógin kom í gildi. Hetta tykist sum eitt klokkuklárt dømi um, at vinstra hond í landsstýrinum veit ikki hvat høgra hond ger. Og tá landsstýrið so samstundis í lógini um skuldarumlegging hevur tryggja sær, at teir í samband við eina sølu av skipinum kunnu krevja alla skuldina, eisini tann partin sum er niðurskrivaður, til gjaldingar, vísir hetta hvussu langt úti hetta mál er, tí so vildi skal felagið bæði goldi skuldina og skatt av skuldini.«