Eingin annar í heiminum kann fáa fleiri túsund fólk at skrála sperm, men tað kann MC-Hár, sum júst nú eru komnir av pallinum í Kirkjubø Tað var fínt og tað var fornemt. Tað var frekt og tað var fúlt. MC-Hár eru aftur á palli og MC-Hár eru sum vit kenna teir.
Eitt ótal av fólki var savnað frammanfyri pallin, og tey vóru syft runt av harða rapparanum Niels Una Dam, sum við hanakambi, berum yvirkroppi og appilsinlittum fjarðavesti, slongdi runt við orðunum, sum vóru serstakliga væl stuðlað av frálíka kórsanginum hjá Róki Jákupsson Jacobsen.
Alt tóktist at ganga upp í eina hægri eind, og sum ikki einaferð hevði MC-Hár eitt yvirraskilsi við á pallin, tá teir fingu gróthørðu SIC at syngja við í næstsíðsta sanginum.