Spjaða næmingarnar á fimm skúlar

Næmingarnir í samanlagda Vesturskúlanum skulu ganga á fimm ymiskum skúlum komandi árini

 

Venjingarskúlin og Tórshavnar Kommunuskúli vórðu um ársskiftið lagdir saman í ein stovn, sum millum manna hevur fingið heitið, Vesturskúlin.

 

Hetta merkir, at einstøku árgangirnir á nýggja skúlanum vera munandi størri, og tað hevur givið nakrar avbjóðingar í hølisviðurskiftunum til einstøku flokkarnar.

 

Nú er so greitt, at næmingarnir verða spjaddir yvir fimm skúlar, umframt at elstu næmingarnir kunnu fara á Nám X.

 

Á heimasíðuni, www.venkom.fo, stendur at lesa, at hetta fram til 2018, tá nýggi Vesturskúlin væntandi er liðugur, skulu fyrsti og annar flokkur ganga í Skúlanum í Kongagøtu. 3. Árgangur verður í Heimara Skúla (brúna skúla), meðan sertilboðið, sum fyrr var í Heimaraskúla, nú verður í Ytra Skúla (gula skúla). Fjórði, fimti og sætti flokkur skulu halda til á Frælsinum, meðan sjeyndi og áttandi flokkur verða á Skúlanum á Argjum.

 

Hartil er ætlanin, at serstaki fótbóltsflokkurin skal halda til í miðhæddini í nýggja FSF-bygninginum við Tórsvøll.