Spjaddi barnaporno til onnur

Ein maður í sekstiárunum er ákærdur fyri at eiga og spjaða barnaporno yvir eitt tíðarskeið á 10 ár.

Ein maður í sekstiárunum er í vikuni ákærdur í tí, sum allarhelst er størsta barnapornomál í Føroyum nakrantíð.

 

Maðurin er ákærdur eftir grein 235 í revsilógini, sum umtalar tað, at hava barnaporno í varðveitslu umframt útbreiðslu av barnaporno. Í tíggju ár hevur maðurin tikið barnapornografiskar myndir og filmar niður av alnetinum. Sambært ákæruni er talan um tilsamans yvir 6.400 myndir og 14.500 filmar. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava spjatt yvir 400 myndir og 2.500 filmar víðari til onnur. 

 

Hildur Hentze, kanningarleiðari á kriminaldeildini, sigur, at løgreglan fekk frænir av manninum eftir eina ávísing úr Danmark. Danska løgreglan hevði gjørt kanningar í einum líknandi máli og funnu tá slóðir til Føroya.

 

Les meiri um málið í Sosialinum, sum er borin í hvørt hús í dag.