Útlitini fyri, at tað fer eydnast landsstýrinum fyri at fáa undirtøku fyri einum uppskoti, ið skal avmarka verkfalsrættin hjá Føroya Pedagogfelag, eru serstakliga vánalig.
Miðlahúsið skilur frá fleiri keldum í andstøðuni, at tey eru ikki sinnað at leggja uppí ósemjuna á almenna arbeiðsmarknaðinum, men heldur ikki í samgonguni er semja um at leggja uppí.
Sum Miðlahúsið skilur eru fleiri samgongulimir ikki sinnaðir at taka undir við einum slíkum uppskoti. Harímillum er Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, ið sigur við Miðlahúsið, at hann fer ikki at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti og fer heldur ikki at skriva undir, soleiðis at tað kann leggjast fyri tingið.
- Um tað kom har til, so hevði eg atkvøtt ímóti, sigur tingmaðurin, og leggur aftrat, at tá hann hevði atkvøtt ímóti einum slíkum uppskoti, so hevði hann heldur ikki funnið upp á at givið undantak fyri, at tað bleiv lagt fram.
Heldur enn, at løgtingið leggur seg upp í ósemjuna, so metir Djóni Nolsøe Joensen, at partarnir áttu at farið aftur til samráðingarborðið.
- Partarnir áttu at sitið við samráðingarborðið heldur enn bart í miðlum og aðrastaðni. Nú fólk eru í óhepnum støðum í stovnum, so er tað óheppið, at tíðin ikki verður brúkt við samráðingarborðið, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Harumframt metir tingmaðurin ikki, at tað nyttar nakað serligt at geva fleiri undantøk, um man samstundis ikki roynir at finna eina loysn, tí støðan í Almannaverkinum er álvarslig óansæð hvussu nógv undantøk verða givin.
- Arbeitt hevur verið við undantøkunum handan politiska tjaldið. Mín støðan hevur verið, at støðan er soleiðis í stovnunum, at óansæð um talið eitur 89, 100 ella 135, so er støðan akkurát líka álvarslig. So hvørt sum talið hækkar, so útsetur man bara pínuna nakrar tímar ella hálvan dag, sigur Djóni Nolsøe Joensen, og leggur afturat.
- Eg havi boðað frá, at eg ynski heldur, at bjóðað verður aftur til samráðingarnar. Eg trúgvi, at fakfelagið hevði verið sinnað at givið fleiri undantøk, meðan samráðingar vóru.