Sponsku kvinnurnar vóru eirindaleysar

Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum hóskvøldið tapti 12-0 í HM-undankappingardysti á útivølli móti Spania

Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum hóskvøldið tapti 12-0 í HM-undankappingardysti á útivølli móti Spania. Talan gjørdist um føroyskt stórtap á La Cartuja de Sevilla leikvøllinum í suðurspania hóskvøldið. Sponsku vertirnir vístu ræðandi styrki, og vunnu 12-0, eftir 5-0 leiðslu í hálvleikinum.

 

Tað sást beinanvegin, at spanska kvinnulandsliðið telist millum tey bestu í heiminum, og í verandi løtu eru tær nummar 10 á styrkislistanum hjá FIFA. Hjá føroysku kvinnunum ræður nú um at gloyma handan dystin, og síggja fram ímóti næstu uppgávu, sum verður á útivølli móti Ungarn fríggjadagin 8. apríl komandi ár.

 

Kvinnulandsdysturin móti Spania hóskvøldið var samstundis seinasti landsdystur við føroyskari luttøku í hesum árinum.