Uppgávan er, sambært sáttmálanum millum partarnar, at ”selja sponsoratir til sendingar í sjónvarpinum og útvarpinum.”??Í sáttmálanum verður útgreinað, at "sp/f Progress fær loyvi til at selja sponsoravtalur vegna KvF av øllum sendingum og øðrum sponsorumráðum hjá KvF."?? Herfyri gjørdi ÍSF eina sponsoravtalu við Kringvarpið, har ÍSF keypti sær 3-2 sendingarnar í sjónvarpinum aftur fyri eitt ávíst gjald. Í nýggjastu sponsoravtaluni fær sp/f Progress, ið er eitt nýstovnað felag hjá Havgrími Johannesen, verður ÍSF-sáttmálin positivt nevndur, tí framtíðar sponsorat skulu taka atlit til ta avtaluna.
Sambært sáttmálanum verður sp/f Progress provisiónslønt fyri sítt arbeiði. Hetta verður vanliga gjørt fyri at eggja sølufólki til at selja so nógv sum yvirhøvur tilber. Sambært sáttmálanum ”eigur arbeiðið at byggja á góðan keypmannskap.”??
Loynilig provisjón
Sáttmálin millum sp/f Progress og Kringvarpið sigur greitt, at smápartafelagið skal provisjónslønast fyri sítt arbeiði. Men avtalan sigur einki um, hvussu stórur partur av køkuni fellir til sp/f Progress, tá sponsoravtalur verða gjørdar. Kringvarpið noktar alment innlit í henda partin.
- Vit halda, at talan er um “fíggjarlig viðurskifti hjá einstaklingum”, tá Kringvarp Føroya letur provisión fyri at útvega stovninum inntøkur, og vit halda somuleiðis, at tað hevur “stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkur”, sigur Jóhann Mortensen, leiðslusamskipari, tá Miðlahúsið biður um innlit.
Kringvarpið krevur í ár inn umleið 48 milliónir krónur í kringvarpsgjaldi. Fyrr í ár samtykti løgtingð at játta stovninum 1,9 millión krónur í eykajáttan. Afturat hesum koma inntøkur frá kunngerðum, lýsingum og spølum.
..
Í stríð við lógina
- Hetta er eitt greitt tekin um eitt aggressivt Kringvarp, sum arbeiðir í stríð við lógina og undirgrevur privatu fjølmiðlarnar, sigur ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting
Jón Brian Hvidtfeldt
Árni Gregersen, ábyrgdarstjóri á Dimmalætting, bæði harmast og ilskast um nýggju sponsoravtaluna millum sp/f Progress og Kringvarp Føroya.
Árni Gregersen vísir á breiðu, politisku semjuna um at Kringvarpið skuldi niðurlaga lýsingapartin, soleiðis at pláss eisini er fyri privatum fjølmiðlum í Føroyum.
- Vit uppliva júst tað øvugta, har Kringvarpið uppraðfestir lýsingarnar. Kringvarpið blívur svansað til, sigur Árni Gregersen.
Ábyrgdarblaðstjórin vísir á, at Kringvarpið bæði hevur lógartryggjaðan rætt at krevja inn kringvarpsgjald frá øllum føroyingum, Kringvarpið hevur rætt til at reka spøl av ymiskum slag, og nú verður lýsingar- og sponsorparturin uppraðfestur.
- Nú er skjótt einki eftir til nakran annan, sigur Árni Gregersen.
..
- Dia ger sum hann vil
Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, fílist á, at hvørki politikararnir ella stýrið fyri Kringvarpið gera nakað, hóast almenni stovnurin kappast harðari enn nakrantíð við privatu aktørarnar á marknaðinum.
Jón Brian Hvidtfeldt
- Vit upplivdu fyri hálvum øðrum ári síðani, at Kringvarpið fór eftir teimum stóru sponsorunum hjá Rás2 og gav teimum eitt somikið gott tilboð, at tey kundu ikki siga nei. Avleiðingin var, at 1,5 millión krónur í lýsingarpengum vórðu fluttir, nærum frá degi til dags, sigur Jonhard Hammer.
Og stjórin í Miðlahúsinum, sum rekur Rás2, vísir á fleiri dømi.
- Vit upplivdu herfyri, at redaktørurin á Degi & Viku varð sendur í býin at selja lýsingar fyri eina nýggjárssending, og nú verður eitt privat felag sett á uppgávuna og skal sjálvandi eisini tjena sínar pengar burtur úr tí. Tað meta vit vera skeivt, sigur Jonhard Hammer.
Stýrið svevur
- Dia Midjord hevur valt sær ein stíl, har hann ger, júst sum hann vil. Tað kann hann gera, tí omanfyri situr eitt stýri, sum absolutt einki ger, sigur Jonhard Hammer.
Og stjórin í Miðlahúsinum vísir á uppaftur fleiri dømi.
- Vit sóu til jólar, at lýsingarprísirnir blivu dumpaðir, og hvønn fríggjadag hoyra vit burturlutingar av bæði einum og øðrum í at kalla hvørjari sending, umframt at tiltøk verða profilerað somikið nógv, at fyriskipararnir ikki hava tørv á at lýsa aðrastaðni. Og Kringvarpsstýrið ger absolutt einki fyri at rætta upp, sigur Jonhard Hammer og heldur fram:
- Tað kann ikki vera rætt, at almenna Kringvarpið við sínum umleið 50 milliónum í kringvarpsgjaldi eftirhondini er meira kommercielt enn Rás2. Hetta hevði ikki gingið aðrastaðni, sigur Jonhard Hammer.
..
Vil lóggeva ímóti sponsorering
- Vandi er fyri, at fjølbroytni í miðlalandsskapinum verður skert, og at Kringvarpið situr eftir sum alment miðlamonopol, stýrt av privatum, peningaligum áhugamálum, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin
Jón Brian Hvidtfeldt
Rigmor Dam vísir á, at Kringvarpið kann ikki bæði vera privat, við vanda fyri heftni, og alment, við vón um óheftni.
- Vit skulu hava eitt breitt og fjølbroytt miðlalandskap, har alment og privat virka lið um lið, men ikki av hvørjum øðrum. Tí kann tað ikki góðtakast, at Kringvarpið verður sponsorerað av privatum fyritøkum, ella at raksturin avhongur av lýsingarinntøkum, sigur Rigmor Dam.
Sambært løgtingskvinnuni er málið somikið álvarsamt, at lóggevast má ímóti tí gongd, sum Kringvarpið er farið undir.
- Javnaðarflokkurin fer í næstum at leggja uppskot fyri tingið um at banna lýsingum og sponsoravtalum í Kringvarpinum. Hetta er eisini fult í trá við breiðu semjuna um public service sáttmálan, har allir flokkar tóku undir við at banna lýsingum og sponsoravtalum í almenna kringvarpinum, sigur Rigmor Dam.
- Endin kann lættliga gerast, at Kringvarpið situr eftir sum eitt alment miðlamonopol, sum vit kenna tað frá londum, sum vit vanliga ikki vilja samanbera okkum við. Og hvat er tá vunnið, sigur Rigmor Dam.
..
Stýrisformaðurin kennir ikki avtaluna
- Nei, eg havi ikki sæð avtaluna og kenni heldur ikki innihaldið í henni, sigur Rúni Heinesen, stýrisformaður fyri Kringvarpið.
Jón Brian Hvidtfeldt
Formaðurin í Stýrinum fyri Kringvarpið er fámæltur, tá vit biðja um hansara viðmerking til sáttmálan millum sp/f Progress og Kringvarpið.
- Nei, eg havi ikki sæð avtaluna og kenni heldur ikki innihaldið í henni, sigur Rúni Heinesen.
Sáttmálin millum sp/f Progress og Kringvarpið kom annars í gildi 20. mars, og Stýrið fyri Kringvarpið hevði fund, so seint sum í hesi vikuni. Stjórin fyri Kringvarpið er við á øllum stýrisfundum.
- Eg gangi út frá, at kringvarpsstjórin hevur eftirlit við, at alt verður gjørt á rættan hátt, sigur Rúni Heinesen, sum tó sigur seg fara at biðja um at sleppa at síggja avtaluna.
Stýrisformaðurin sigur seg tó ikki síggja stóru trupulleikarnar í eini slíkari avtalu.
- Vit hava áður havt fólk inni á stovninum, sum hevur tikið sær av at selja lýsingar. Nú verður uppgávan útveitt, sigur Rúni Heinesen.
Stýrisformaðurin hevur í løtuni ongar meiningar um, hvørt tað fer at ávirka skránna og programmpolitikkin, bæði í útvarpi og sjónvarpi, at almenna kringvarpið hevur gjørt sáttmála við privatu fyritøku um at selja sponsoratir og fáa provisjón av søluni.