Sportage - teknaður og framleiddur í Evropa 

Designið er nakað heilt serligt og øðrvísi enn hini modellini hjá Kia. Innan er kabinan merkt av gjøgnumførdum kvaliteti og flottum elektroniskum instrumentpaneli, har alt er ergonomiskt rætt og lætt at handfara.

 

Við nýggjum designi, framkomnari tøkni, góðum plássi og góðum komforti hevur Kia sera góð kort á hondum við sínum nýggja Sportage.

 

Talan er um ein heilt nýggjan bil. Hesin er 5. generatión, síðan Sportage fyrstu ferð kom á marknaðin í 1993.

 

Kia Sportage er ein 5-persóna SUV, sum er teknaður og framleiddur í Evropa. 

 

Bilurin fæst við bensinmotori og sum mild hybrid við bensin-og dieselmotori eins og plugin-hybrid sum 4x4 við automatiskum gearum. Hesin koyrir upp til 78 km. sum elbilur.

 

Sum standard er Sportage útgjørdur við eitt nú 3-sonu klimaanleggi, adaptivum fartpiloti á modellunum við automatgeari, leðurratti við hita og bakkikamera.

 

Umframt hópin av øðrum trygdarskipanum. 

 

Sum nakað nýtt fæst Kia Sportage við elektroniskari regulering av undirvogninum.

 

##med2##

 

Designið er nakað heilt serligt og øðrvísi enn hini modellini hjá Kia. Innan er kabinan merkt av gjøgnumførdum kvaliteti og flottum elektroniskum instrumentpaneli, har alt er ergonomiskt rætt og lætt at handfara.

 

Nýggi Kia Sportage er kosin Women’s World Car of the Year 2022. 56 kvinnuligir motorjournalistar úr 40 ymiskum londum hava kosið nýggja Kia Sportage sum tann mest familiuvinarliga SUV í 2022.

Eins og allir Kia hevur Sportage eisini 7-ára garanti. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilrøkt. Í løtuni eru sertilboð úr 319.900.

 

##med3##