"Sportboxin" verður aftur á Rás2 fríggjamorgun

Í "Sportboxini" fríggjamorgun verður prátað um stafettkapping í renning, íslendsku steypafinaluna og 18. umfar í effodeildini

Fyrrapartssendingin "Sportboxin" verður aftur at hoyra á Rás2 fríggjamorgun.

 

Sum gjørt var undan summarferiuni verður sent millum klokkan 10 og 12. 

 

Í tí fyrra tímanum millum klokkan 10 og 11 koma Joannis Moraitis frá Faroe Express og Debes Christiansen frá Bragdinum at fortelja um "Faroe Express Stafettina", sum verður leygardagin 26. august. Ringt verður eisini til Kaj Leo í Bartalsstovu hjá ÍBV og Gunnar Nielsen hjá FH í samband við, at FH og ÍBV møtast í íslendsku steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin klokkan 17. Vertir í tí fyrra tímanum verða André Olsen og Heri Simonsen, og teir fara eisini at umrøða kappingarbyrjanina í Premier League, sum verður hetta vikuskiftið. 

 

Í seinna tímanum mannar Tróndur Arge eitt fótbóltspanel saman við Jákupi Ósá, ítróttarredaktøri hjá Norðlýsinum og Leivi Frederiksen frá Kringvarpi Føroya, har høvuðstætturin verður 18. umfar í effodeildini, sum verður leikt hetta vikuskiftið. 

 

Øll kunnu lurta eftir "Sportboxini" á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.