SPOT við trimum føroyskum nøvnum

Í vikuskiftinum verður stóri danski sýnisglugga festivalurin, SPOT, hildin í hjartanum í Århus. Trý føroysk nøvn framføra til tiltakið; Boys in a Band sum bólkur fyri seg og Guðrið Hansdóttir og Lena Andersen sum partar av einum norðurlendskum sangskrivarabólki

SPOT er størsti tónlistarligi sýnis­gluggafestivalurin í Danmark, ið fer fram mitt í Århus. Festival­urin er fyri nýggjan, norður­lend­skan tónleik og hevur síðani 1995 verið fyriskipaður av ROSA (Dansk Rock Samråd).

Framasøknið hjá SPOT er at skapa eitt samskiftisgrundarlag fyri danskan og norðurlendskan tónleik, og skráin bjóðar mest­sum altíð uppá nýggjar, up&com­ing bólkar, ið góðskuliga sæð kunnu vinna seg fram á altjóða marknaðinum.

SPOT Festivalurin hevur fýra høvuðsmál; at fokusera primert uppá nýggjari danska og norður­lendska tónleikaframleiðsu; at byggja brúgv millum listarligar ambitiónir og vinnuliga potent­i­al­ið hjá tónleikinum; at stuðla upp undir og útvikla fólksligu og mentanarligu eginleikarnar hjá tónleikinum; at vera við í útvik­lingini av altjóða netverkum ígjøgnum útveksling av fram­førslum og mentanarligum og vinnuligum royndum.

 

Føroysku innsløgini

Umframt aðrar norðurlendskar bólkar so sum Oh No Ono, Figurines, Blue Foundation, Familjen, Ane Brun, Efterklang og Duné, hava fleiri føroyskir bólkar eisini luttikið seinastu árini. Bara síðani 2005 hava Lena, Teitur, 200, The Dreams, Høgni Lisberg, Budam, Eivør, og Boys in a Band verið við á SPOT skránni, harav trý tey seinast­nevndu so seint sum í fjør.

Í ár eru Boys in a Band við aftur, men harafturat skulu Guðrið Hansdóttir og Lena Andersen luttaka sum partur av einum norðurlenskum sang­skrivarabólki.

SPOT hevur nevniliga síðani 1999 gingið høgt uppí sang­skriv­ara­stílin. Hetta árið verður tað ein av smærru pall­un­um, ið bjóðar fram 12 ymisk skandi­navisk sangskrivara­inn­sløg. Harímillum bólkin Nordic Cowrit­ers, ið Guðrið og Lena

eru við í.

Nordic Cowriters, sangskrivaraskeið

Nordic Cowriters stendur av 12 persónum úr Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki og Føroyum. Hesi 12 hava búð saman í trý samdøgur í einum slotti í Dan­mark, har tey hava arbeitt saman um at skriva nýggjan tónleik. Fleiri ymsar framleiðslur hava sprottið seg úr hesum samstarvi; í ymsum samansetingum av bæði persónum og stílum. Hesar framleiðslurnar verða framførdar fyri allar fyrstur ferð á akustiska pallinum hjá SPOT.

- Vit komu hertil mánadagin og hava arbeitt intenst líka síðani, greiðir Guðrið Hansdóttir frá í telefonini.

- Tað er ein, sum eitur Roar, ið hvørt ár savnar 12 skandinaviskar sangskrivarar saman at framleiða tónleik, sum síðani verður fram­førdur á SPOT. Maria Guttesen var partur av hesum í fjør, og eg meini eisini, at Høgni Lisberg hevur verið við fyrr.

- Tað er ótrúliga intenst og avbjóðandi, tí at vit skiftast um partnara alla tíðina; eru oftast 2-3 sum arbeiða saman í senn. Vit eru øll fullkomiliga ymisk í smagi og stíli, og onkuntíð kann tað vera rættiliga torført at skula arbeiða saman.

- Christian Ulf, managearin hjá Teiti, er leiðari av hesum sang­skrivaraskeiðinum, og hann hevur valt fimm sangir út inntil víðari, sum vit skulu framføra í annaðkvøld.

- Eg haldi, at tað er ógvuliga spennandi at vera við í hesum. Eg eri sjálv ikki von við at skriva tónleik saman við fólki á hendan hátt, og mann lærir nógv um at arbeiða saman. Tað er eisini stuttligt og gott at kunna upp­byggja sær netverk og koma at kenna aðrar sangskrivarar. Tað týdningarmikla er ikki, at vit skriva eitt hitt. Tað, sum hevur týdning, er prosessin í tí at framleiða, at fáa inspiratión og at taka ímóti avbjóðingini at arbeiða saman við fremmandum fólki, greiðir Guðrið frá.

Hini, ið umframt Guðrið og Lenu eru við í Nordic Cowriters, eru; Arne Hovda (N), DISA (IS), Hanne Sørvaag (S), Lise Blaase (DK), Mads Mouritz (DK), Mort­en Myklebust (N), Prins Nitram (DK), Pål Moddi Knutsen (N), Thomas Baz

(DK) og Tobias Stenkjær (DK).

 

 

 

Lena og Guðrið framføra við Nordic Cowriters í morgin

kl. 18.00 í lítla salinum

í Musikhuset í Århus

 

Boys in a Band framføra leygardagin kl. 18.00

í Voxhall