Spottprísir á laksi fella í endanum av juli

Í mun til seinasta fríggjadag eru útlitini til spottprísirnar á laksi í næstu viku millum 7,50 og góðar 11 krónur lægri.

iLaks, sum hvønn fríggjadag ger sínar metingar um spottprísirnar á laksi fyri vikuna, sum stundar til, vísir á, at móti endanum av juli fella prísirnir á laksi altíð, og mánaðurin hesaferð er einki undantak.

 

Tað er í løtuni stórt útboð av laksi, og eftirspurningurin á marknaðinum er minkaður. Tískil er ikki óvæntað, veit norska heimasíðan at siga, at prísfall eisini er í væntu í vikuni sum kemur.

 

- Prísirnir eru trýstir. Hetta sóu vit týsdagin og mikudagin í hesi vikuni, og hetta vísir seg at halda fram. Útlitini fyri komandi viku eru millum 7,50 og góðar 11 krónur lægri enn prísirnir hesa vikuna.

 

In.fo skal gera vart við, at her er talan um føroyskar krónur. Í norskum krónum er væntandi eitt prísfall í komandi viku á einar 7,40 til 11,10 krónur fyri kilo.

 

Eitt alifelag vísir eisini á, at nakað av laksi, sum fór hesa vikuna, framvegis liggur óselt.

 

- Nú frætta vit um prísir á 40 krónur fyri laks, sum liggur millum 3-4 kilo. Laksur, sum vigar 4-5 kilo, fer fyri 42 krónur fyri kilo og laksur, sum liggur millum 5-6 kilo, fer fyri slakar 44,50 krónur fyri kilo.

 

Aftur her er talan um føroyskar krónur.

 

Orsøkin til lækkandi prísirnar í mun til útlitini seinasta fríggjadag er, at nógvur laksur verður tikin, og keypsáhugin á "kontinentinum" er minkandi.

 

Umframt at fleiri alifeløg taka nógvan fisk, tí tíðin til tøku er komin, er eisini talan um alifeløg, sum hava ILA-sjúku í alibrúkum, og her er eisini talan um fitt av laksi, sum skal takast.