Klokkan 13:45 í gjár fekk løgreglan fráboðan um ein spreinging á Toftum. Menn vóru í ferð við at brekka fyri eini útstykking á Toftum, tá brekkarin rakti gamalt spreingievni, sum ikki var sprongt, og sum tí sprongdist. Bresturin var ógvusligur, og bæði mold og grót fór í allar ættar. Ein steinur rakti eina húsatekju, sum fekk skaða, og skaði hendi eisini á okkurt annað hús, sum varð rakt av grótinum. Men maðurin, sum brekkaði, fekk ongan skaða.
– Tíbetur var eingin fólkaskaði av spreingingini, men bara materiellur skaði, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
– Vit vita um slík óhapp áður, har tað ikki hevur spælt so væl av, sigur vaktleiðarin.
Vaktleiðarin sigur, at maðurin sjálvandi gjørdi kløkkur, men hann slapp sera væl uttan skaða.
Løgreglan hevur verið á staðnum og dokumentera tað, sum hendi, meðan Arbeiðseftirlitið kannar málið víðari og ger av, hvat skal henda við málinum, sigur vaktleiðarin.