Leygarmorgunin klokkan 9.20 var ein flokkur av springarum á veg inn á Gøtuvág, har menn stóðu klárir at drepa.
Sýslumaðurin noktaði tó fyri, at drápið skuldi fara fram. Hann gav boð um at lata teir fara aftur.
Hetta kom væl við hjá klaksvíkingum. Tí løtu seinni, umleið klokkan 10.30, verður sami flokkur av springarum hildin til á vágni í Klaksvík.
Talan var um ein lítlan flokk av springarum, 55 í tali. Sýslumaðurin gav í hesum førinum loyvi til drápið, og tað gekk væl. Eini 50 fólk vóru við í drápinum, og býtt varð í drápspartar. Ógreitt er, hví tann eini sýslumaðurin gav forboð, og hin gav grønt ljós.