Springaradrápið má takast upp til viðgerðar

Vit mugu tosa um tað, sum fór fram – men ikki heilt enn, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum

Springaradrápið á Skálafjørðinum sunnukvøldið, eigur at verða eftirmett. Tað heldur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.

 

Drápið hevur elvt til nógv kjak og tað er eisini greitt, at alt er ikki farið fram eftir bókini.

 

Og Ólavur Sjúrðarberg heldur, at vit hava nógv at tosa um. Eitt mál er tað, at springararnir vórðu riknir samfullar 50 kilometrar. Tá ið vit skulu verja okkara grindadráp,verja vit okkum altíð við at tað eru bara nakrar fáar kilometrar, at grind verður rikin. Men nú kann ein og hvør fara á kortið og rokna seg fram til, at í hesum føri vórðu springararnir riknir heilar 50 kilometrar.

 

Støðan var eisini tann, at allir grindaformenninir á Skálafjørðinum fingu ikki boð um drápið og tað vóru alt ov fá fólk á landi at avlíva teir. Somuleiðis er ein serligur mønustingari til springara, mentur, men hann er ikki settur í framleiðslu enn, og hann varð ikki royndur í drápinum sunnukvøldið.

 

Ólavur Sjúrðarberg heldur kortini, at nú er alt á gosið og tí er hetta ikki rætta løtan at gera eina slíka eftirmeting. Men tá ið sjógvurin er slættaður aftur, eiga allir myndugleikat at seta seg saman at viðgera støðuna fyri at staðfesta tað, sum gekk galið, og sum ikki var eftir bókini, so at tað kann fáast í rættlag