Springaradrápið: Seðlarnir koma út seinni í dag

Eg havi ikki frætt annað enn at drápið gekk væl. Men tað er ein politiskur spurningur um vit skulu drepa springara, ella ikki, sigur sýslumaðurin

Enn er ikki liðugt at merkja allar springararnar, sum vórðu hildnir til á Skálafjørðinum í gjár. Jens Jensen, sýslumaður, sigur, at tilsamans vórðu yvir 1.000 springarnar hildnir til og teir verða nú merktir.

 

Teir vænta at verða lidnir við tað nú um níggju tíðina, og so skulu springararnir býtast. Sýslumaðurin sigur, at enn er ikki gjørt av, hvussu teir skulu býtast, men teir verða í hvussu so er býttur í drápspartar, men so verður eisini nakað til heimapartar, men hvussu víða farið verður um, dugir hann ikki at siga

 

Springaradrápið í gjár hevur fingið nógva umrøðu, tí summi halda, at tað gekk alt ov illa at taka lívið av teimum. Men Jens Jensen sigur, at hann hevur ikki fingið annað at vita frá grindamonnum, enn at tað gekk væl.

 

– Vit skuli hava í hugað, at talan er um yvir 1.000 hvalir, sum lívið skuldi fáast av, so eyðvitað tekur tað nakað av tíð, sigur hann.

 

Springararnir vórðu sæddir í Kalsoyarfirði, uttan yvir Húsar, so tað er langur vegur inn á Skálafjørðin  og tað er eisini framvið fleiri hvalvágum. Men Jens Jensen sigur, at tað er helst tíð at tað hevur passa best við rákið.

 

Eitt kjak, sum hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á hesum springaradrápinum, er, um vit yvirhøvur skulu drepa springara. Tað hevur sýslumaðurin onga støðu til. Hann sigur, at eftir grindalógini, hava vit loyvi at drepa springarar, so teirra uppgáva er at skipa fyri drápinum. Tað er ein politiskur spurningur, um tað skal verða lógligt at drepa springara, ella ikki. Sum støðan er nú, er tað lógligt og skal tað broytast, má Løgtingið broyta lógina.