Um 19.00 tíðina leygarkvøldið løgdu 12 springarar beinini í Húsavík. Tað byrjaði sum grindaboð, men tað vísti seg skjótt, at talan var um springarar. Ikki er so vanligt, at springarar leggja beinini í Føroyum.
Maturin á einum springara hevur heldur ikki nær námind so nógv kjøt á sær, sum ein grindahvalur. Og spik er einki av á springara. Tað verður als ikki etið. Kjøtið sigst hinvegin at vera nakað av tí besta, tú kanst fáa í tín ráka ? ein springarabúffur er ein sonn delikatessa.
Einir 30 mans vóru við til drápið, og hesir býttu matin millum sín ? tað vil siga, at nakrir havnarmenn, sum høvdu sníkt seg við til drápið, máttu hyggja langt eftir teirra parti. Partarnir vóru bara býttir millum lokalu veiðimenninar.