Springarar lagt beinini í Gøtu

16 springarar hava lagt beinini í Gøtu fyri løtu síðani.

 

Ein bátur fann ein bólk av springarum umleið tveir fjórðingar úr Borðoyarnesi. Bólkurin var upprunaliga størri enn 16, men tá hann kom inn í Gøtuvík, fór hann sundur.

 

Bátar fóru út at leita eftir restini, men Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at higartil hevur einki verið at frætt.