Í grindini, sum var funnin í Nólsoyarfirði í morgun, vóru fleiri springarar eisini. Springararnir vórðu riknir norður eftir, og avgerð er tikin um at reka teir inn á Skálafjørðin.
- Tað gongur væl at reka hana nú. Bólkurin gongur skjótt, og vit eru komin inn um Rókina og inn á sjálvan fjørðin nú, sigur Jón Nónklett, grindaformaður.
Hann sigur, at talan er um einar 20-30 springarar. Har vóru fleiri bólkar, og teir fingu ikki allar bólkarnar við, tí okkurt slapp.
Seks bátar eru á fjørinum beint nú, og springararnir verða hildnir til um eina løtu.
- Tað veldst um, hvussu tað rekst frá nú av. Um hon gongur við hesari ferðini, verður tað væntandi um 20 minuttir.