Sprongdu dynamitt á Norðtoftum

Heili seks kilo av dynamitti blivu sprongd á Norðtoftum fyri tveimum vikum síðani. Spreingiliðið hjá Arktisk Kommando hevði fingið boð frá løgregluni í Klaksvík, um at burturbeina dynamittið.

Tað var nýggi eigarin av staðnum á Norðtoftum, sum bleiv varugur við dynamittið, tá viðkomandi yvirtók staðið í august mánaði í ár. Í einum seyðahúsi lá ein posi við teimum seks kilounum av dynamitti. Viðkomandi ringdi til løgregluna í Klaksvík, sum síðani sendi minuhermenn hjá Arktisk Kommando at spreingja dynamittið.

Minuhermenninir avbyrgdu staðið, áðrenn dynamittið bleiv sprongt á bønum, har seyðahúsið er. Spreingingin, sum gav buldur frá sær, hoyrdist væl í Hvannasundi. Einasti skaðin. sum stóðst av sprongingini, var eitt knúst vindeygað í seyðahúsinum.