TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", sum var beinleiðis á Rás2 seinnapartin í dag.
Í sendingini í dag vitjaði Petur Zachariassen bilasøluna og verkstaðið, Auto Service við Krákugjógv í Havn.
Petur prátaði fyrst við stjóran, Poul Jákup Poulsen, og eftir tað prátið fór hann runt at práta við lærlingar og starvsfólk, m.o. eina unga kvinnu, sum eitur Sigrun Kallsoy, sum lærir til bilmekanikara. Petur prátaði eisini við Alex Jacobsen.
Sendingin "Spurin" er hvønn hósdag seinnapart á Rás2 millum klokkan 14 og 15. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar. fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.