Spurningar bryggjaðir í felagsáhuga

   

Á skerdum flogi sum snikrunnin, oljudálkaður, lamskotin, setursnáti skramblaði hann aftur á bøkkin handan heimarókina.
Eg meini, hann er blivin ikki sørt mentaður. Tosar um fín orð sum formalitet, støðutakan til politiska kamelsvølging.
Útkastið til uppritið er enn ikki »formliga« handað ráðharranum, nakað soleiðis vóru orð hansara fríggjadagin hin 13. í hesum. Ikki løgið hetta skuldu blíva hansara óeydnisdagur; hví er hann nú farin at tosa um formalitet í hesum sambandi? Betri seint enn ongantíð!
Spurningurin hjá fleiri við mær verður settur fíggjarmálaráðharranum persónliga: Hví var starvssáttmálin millum SEV og Maskinmeistarafelagið, sum varð praktiseraður áðrenn 28. feb. 2003 ongantíð formliga góðkendur av avvarðandi myndugleikum sambært kommunulógini, stykki 5 í grein 5?
Ein góður spurningur krevur eitt gott svar. Soleiðis er eisini her.

Níggju spurningar til professaran
Jenis av Rana skrivar politiska doktararitgerð í hósdagsdimmu 12. juni, har evnið snýr seg um arrogansu.
Pen mynd er av honum, har hann stendur so skuldarfríur við himmalvendum eygum og helst hugsar um »røddina«. Niðurstøðan av vardu ritgerðini er umtalaðu níggju spurningarnir og tilhoyrandi aftursvar frá harranum.

Avtalað spæl fyri gallarínum
Hesir spurningar eru tutan iva bryggjaðir í felagsáhuga yvirav Kondittarínum, á trappusteininum á Káta Horni, har útsýnið kann skoðast á rótfastu aldargomlu eikina, sum so støðuføst og stinn stendur sum eitt tekin um fasta grund.
Høvdu hesir spurningar verið settir relevantir og rætt, hevði harrin ikki komið javnfríur ígjøgnum próvtøkuna, men dumpað. Seinni kemur grundgevingin.
Gud hjálpi okkum, teir gera tað í hvussu so er ikki.