Í tíðindasendingum hjá KvF tann 9. januar varð beinleiðis sagt, at ”Meir enn helmingurin av føroyingum tekur undir við, at fosturtøka skal verða loyvd til og við 12 viku í viðgongutíðini” (ÚF) og ”Meiriluti er í fólkinum fyri fríari fosturtøku fram til 12. viku” (SvF).
"Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið”.
Einki varð sagt um, hvussu nógvir føroyingar luttóku í hesi kanning, sum annars er vanligt at upplýsa, tá slíkar kanningar verða gjørdar.
Tí er mín spurningur til leiðsluna í KvF: Kunnu tit vinarliga upplýsa, hvussu nógv fólk vóru við í kanningini?
Við tøkk
Tordur J. Niclasen