Teir eru: Ríkisfelagsskapurin, Persónligt frælsi og Vælferðin. Formaður flokksins segði í útvarpsorðaskifti, at ríkisfelagsskapurin var fortreytin fyri, at vit her á landi kundu hava persónligt frælsi og nøktandi vælferð.
Eg skal tí loyva mær at spyrja sambandsflokkin:
1. Hvat er ríkisfelagsskapurin (sum føroyingar ongatíð hava limað seg í)? Er hann synonymur við donsku ríkisveitingarnar? Ella við rættindi til útbúgvingar og heilsuhjálp í Danmark? Hesi rættindi kunnu vit hava í fleiri øðrum londum.
2. Kunnu føroyingar ikki njóta persónligt frælsi, uttan at vera í rikisfelagsskapi við Danmark? Hvat við t.d. norðmonnum, íslendingum, finnlendingum? Hesar tjóðir hava áður verið saman við øðrum londum, men eru nú fult sjálvstøðugar. Hava hesar tjóðir ikki persónligt frælsi? Ella eru føroyingar eitt so niðurundirkomið fólkaslag, at teir ikki klára sjálvir at skipa fyri persónligum frælsi í sínum egna landi?
3. Er føroyska vælferðin bert grundað á ríkisfelagsskapin ella er hon grundað á tað, sum føroyingar sjálvir megna? Um svarið er tað fyrra, hví skulu vit so sjálvir royna at skapa búskaparligan vøkstur? Danir rinda jú kortini? Hvussu ber tað til, at flestu lond um okkara leiðir, sum ikki eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, hava eitt betur vælferðarsamfelag enn Danmark?