- Øll skulu sleppa geva sítt íkast til arbeiðið at gera eina nýggja pensjónsskipan. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Løgtingið viðgjørdi fleiri mál um fólkapensjón í gjár og í tí sambandinum vísti Annika Olsen á, at fyrisitingin hevur gjørt eitt uppskot til eina framtíðar pensjónsskipan og tað ætlar hon sær at leggja fram til almenna umrøðu.
- Føroya Fólk skal vita, hvat liggur í hesum, tí hetta rakar øll, sigur hon Hon leggur dent á, at uppskotið sum fyriliggur, er eitt fyrisitingarligt uppskot burturav og at eingin politikari hevur havt fingurin við í spælinum. Hon sigur, at í næstum fer hon at skipa fyri evnisdegi, har, har serfrøðingur fara at greiða frá upskotinum og. Annika Olsen sigur, at hon fer at bjóða andstøðuni við í arbeiði og hon vónar, at semja fæst um eina skipan, sum øll fara at kenna seg aftur í. - Tað ber væl til at snikka uppskotið til, so at øll kenna seg aftur, sigur hon. Tí heitti hon inniliga á andstøðuna um ikki at senda eina rakett fyri og aðra eftir upp í loft, nú valár er næsta ár. So vil andstøðan við til borðs, er møguleikin avgjørt til staðar, sigur landsstýriskvinnan. Men hon heldur, at orðadrátturin hevur verið harður, so spurningurin er um nakar er at taka ímóti innbjóðingini til samstarv. Tá ið hon sipaði til rakettirnar hjá andstøðuni, hugsaði hon um uppskotið at hækka viðbótina hjá pensjónistum, sum lítl, ell onga inntøku hava afturat pensjónini. Tað er eitt uppskot sum kostar landskassanum 17-18 milliónir. - Tað er sera ábyrgdarleyst at lata eitt slíkt uppskot standa einsamalt, heldur Annika Olsen. Hon vísir á, at tað er neyðugt at gera eina pensjónsskipan, tí hendir einki, fer vælferðarskipanin at hoykna undir trýstinum, tí útreiðslurnar til pensjónir veksa so skjótt, at um nøkur frá áratíggjur verða útreiðslurnar til fólkapensjón fleiri hundrað milliónir hægri enn tær eru ídag. Spurningar, sum skulu viðgerast í hesum høpi, er um pensjónsaldurin skal hækka og um fólkapensjónin skal skerjast hjá teimum, sum hava aðrar pensjónir, so at hon kann hækkast hjá teimum, sum bara hava fólkapensjón. - Eg vænti ikki, at vit hava ráð til at leggja oman á hjá teimum, sum hava eina ”feita pensjón”, tí so fer samfelagið at hoykna undir byrðini. - Tað er neyðugt at nýskipa pensjónirnar. Spurningurin er um vit tora, sigur Annika Olsen. |