Heimsins skjótastu dýr gerast færri og færri. Nú verður mett, at tað liva 7.100 gepardar í Afrika og í einum lítlum øki í Iran. Menniskju hava rikið gepardarnir burtur frá 91 prosentum av teirra nátúrliga øki, siga djóraverndarfelagsskapir.
Tí verður nú heitt á altjóða felagsskapin fyri verju av náttúruni at seta gepardin á listan yvir djór, ið eru hótt av oyðing og at stovnurin ikki einans er viðbrekin.
Gepardurin spurtar móti oyðing og kann skjótt vera útdeyður, um vit ikki sum skjótast seta í verk verndartiltøk í størri økjum, skriva Zoological Society of London og Wildlift Conservation Society í eini frágreiðing.
Sambært frágreiðingini eru 77 prosent av vanliga liviøkinum hjá gepardinum uttan fyri vard øki so sum tjóðparkir. Hetta ger, at djórini eru serstakliga viðbrekin fyri menniskjaligum virksemi.
Størstu hóttanirnar móti gepardinum er tap av nátúrligum liviøki, menniskju, sum veiða gepardin og ólógligur handil við gepardpelsum. Tað er eisini ein trupulleiki, at talið av antilopum, sum er høvuðsføðin hjá geparindum, eisini minkar. Harumframt verða nógvir gepardar yvirkoyrdir.
Gepardurin verður mettur at verða heimsins skjótasta landdjór. Hægsta ferðin hjá einum gepardi er máld at vera 104 km/t. So skjótt renna teir tó vanliga ikki. Tá teir veiða renna teir eitt sindur seinni, og toppferð megna teir einans at halda í nakrar hundrað metrar.
Fyri eini øld síðani metti man, at 100.000 gepardar vóru í heiminum. Nú eru teir altso 7.100 eftir. Helvtin av teimum búgva í sunnara partinum av Afrika, so sum Botswana og Namibia. Í Iran eru einans 50 eftir. Í Zimbabwe er talið follið úr 1.500 í 1999 til millum 150 og 170 í ár.