info
Ongi úrslit

Spyr-kanning: Samgongan fær ein frammaná

Veljarakanning vísir stórar broytingar á tingi. Samgongan gongur næstan 13 prosentstig aftur og missir fýra tingsessir

Eirikur Lindenskov
19. mai 2022 kl. 11:06

12,8 prosentstig í afturgongd.
Tað er dómurin, sum ein veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt, gevur samgonguflokkunum Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.
Báðir flokkar hava stóra afturgongd í kanningini. Fólkaflokkurin gongur mest aftur, har er afturgongdin 6,7 prosentstig. Flokkurin fer úr 24,5 prosentum á valinum seinast til 17,9 prosent í kanningini.
Sambandsflokkurin hevur nær um eins stóra afturgongd, 6,1 prosentstig. Flokkurin fer úr 20,3 prosentum á valum til 14,2 í kanningini hjá Spyr.fo.
Miðflokkurin stendur at kalla í stað, sambært kanningini missir hann 0,1 prosentstig, men varðveitir báðar tingsessirnar.
Sjálvstýrisflokkurin røkkur ikki upp um tinggáttina.
Samgonguflokkarnir frá undanfarna valskeiði hava stóra framgongd í kanningini. Ta størstu hevur Javnaðarflokkurin, sum fær 31 prosent, ið er ein framgongd upp á 8,8 prosentstig í mun til valið, tá flokkurin fekk 22,2 prosent. Tað gevur Javnaðarflokkinum 10 tingsessir, sum er 3 fleiri enn hann hevur nú.
Tjóðveldi hevur eisini stóra framgongd. Flokkurin fær 21,1 prosent, sum er ein framgongd upp á 3 prosentstig. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat, so flokkurin fær 7 tingsessir.
Eisini Framsókn hevur stóra framgongd í veljarakanningini. Flokkurin fær 8,2 prosent, sum er 3,5 prosentstig meira enn á valinum. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat, soleiðis at hann fær 3 tingsessir.

Myndin er ikki tøk

Hetta úrslitið kann merkja, at undanfarna samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn kann endurskipast. Men tað kann eisini merkja, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skipa samgongu einsamallir, tí teir hava tilsamans 17 tingsessir sambært kanningini.
Bara tvær ferðir hava samgongur verið skipaðar millum tveir flokkar í Føroyum. 
Fyrru ferð var í 1950, tá Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu samgongu.
Tá var annars avtala gjørd millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýri, um at samgongan frá 1948 millum somu flokkar skuldi halda fram, men við Heðin Brú úr Javnaðarflokkinum sum løgmanni.
Men so hálsaði Sambandsflokkurin um og fór í samstarv við táverandi høvuðsfíggindinan í sjálvstýrismálinum, Fólkaflokkin. 
Onnur tvíflokkasamgongan varð skipað í 1991 millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.
Men skuldu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ikki funnið saman, um hendan kanningin hevði verið valúrslitið, so kann eisini meiriluti finnast fyri eini fullveldissamgongu.
Fullvelidsflokkarnir Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn hava tilsamans 16 tingsessir. Um vit rokna Miðflokkin upp í fullveldisflokkarnar, so er meiriluti. Tað kundi so verið við Christiani Andreasen sum løgmanni, hóast Tjóðveldi er tann størri flokkurin. Tað er søguliga tað mest sannlíka, tí Tjóðveldi hevur ongantíð havt løgmann, hóast flokkurin fleiri ferðir hevur verið størsti flokkur í eini samgongu. 
 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

46 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

56 minuttir síðan
Tíðindi

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tað kostar eisini at spara

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

2 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

3 tímar síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

4 tímar síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

4 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

5 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

5 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

7 tímar síðan