Spyr um fastar kommunulæknar á ellis- og røktarheimum

Tingkvinna vil vita, hvat skal til fyri at fáa ein skipan við føstum kommunulæknum til búfólk á ellis- og røktarheimum

Tað er tingkvinna Javnaðarfloksins, Kristianna Winther Poulsen, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, ein grein 52a fyrispurning um málið. Ítøkiliga spyr hon soleiðis:

1. Hvat skal til fyri at fáa eina skipan við føstum kommunulæknum til búfólk á ellis- og røktarheimum?

2. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan við eini slíkari skipan?

3. Hvørjar forðingar eru fyri, at ein slík skipan kann verða sett í verk?

4. Er landsstýriskvinnan sinnað at arbeiða fyri at fáa eina slíka skipan setta í

verk?

– Ynski er um at fáa eina skipan við kommunulæknum, sum eru fast knýttir at ellis- og røktarheimunum, har kommunulæknin kemur regluliga út á heimini.

– Í dag er skipanin tann, at hvørt búfólk sær hevur sín egna kommunulækna, og búfólkið fer til kommunulæknan, um tey eru før fyri tí, sigur Kristianna Winther Poulsen í viðmerking til fyrispurningin.

 

##med2##

Hon vísir á, at búfólk á ellis- og røktarheimum eru viðbrekin menniskju, hvørs heilsa er viknað.

– Neyðugt er við góðari og ómakaleysari atgongd til læknahjálp, og mett verður, at fyrimunir eru við, at sami lækni kemur regluliga til teirra á heimunum.

Hon sigur, at vit vita úr øðrum londum, at skipanir við læknum, sum eru fast knýttir at ellis- og røktarheimum, fyribyrgja, at búfólk verða óneyðugt innløgd á sjúkrahús, og at talið á innlegginum minkar við útivið 30 prosentum.

– Royndir frá røktarheimum í Danmark við føstum kommunulæknum vísa, at tað hevur jaliga ávirkan á heilsuna hjá búfólkunum, at sami lækni kemur regluliga á læknavitjan. Munandi færri innleggingar vóru av sjúkum, sum kunnu fyribyrgjast, og læknarnir mettu, at tað bleiv brúktur minni heilivágur á røktarheimunum.

Hon sigur, at tað vísir seg, at um tað ikki ber til hjá kommunulæknanum at koma á eitt ávíst heim, tá tørvur er á læknavitjan, verða tey eldru ofta innløgd, hóast hetta kundi verið fyribyrgt.

– Fleiri dømi eru um, at starvsfólk á ellis- og røktarheimum brúka nógva orku fyri at fáa fatur á ymsu kommunulæknunum fyri búfólkið, umframt at tað er tíðar- og orkukrevjandi fyri kommunulæknarnar at koma út til viðtalur á teimum ymisku heimunum. Eisini minka skipanir við føstum kommunulæknum til ellis- og røktarheim um trýstið á akutt-móttøkuna á sjúkrahúsum. 

– At ellis- og røktarheimini fáa kommunulæknar fast knýttar at heimunum vildi verið ein fyrimunur fyri bæði búfólk, starvsfólk á ellis- og røktarheimum og fyri heilsuverkið. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í heilsumálum, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna í viðmerking til fyrispurningin.

 

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur nú tvær vikur at svara fyrispurninginum frá Kristionnu Winther Poulsen Mynd: Álvur Haraldsen