Bergtóra H. Joensen (E) hevur sett fram fyrispurningar til heilsumálaráðharran um solarium. Eitt nú spyr hon um ætlanir at forbjóða øllum undir 18 at nýta solarium
Hon spyr heilsumálaráðharran, um:
? Landsstýrismaðurin hevur ítøkiligar ætlanir um at forbjóða nýtslu av solarium til øll undir 18 ár í Føroyum?
? Ítøkiligar ætlanir eru um at gera ein veruligan barna ?og ungdómspolitikk í mun til at fyribyrjga tilburðunum av krabbameini í húðini?
? Á hvønn hátt ætlar landsstýrismaðurin at fyribyrgja at óhugnaliga gongdin á krabbameinstilburðum í húðini heldur áfram?
Í viðmerkingunum til spurningarnar sigur hon eitt nú, at tilburðirnir av krabba í húðini er vaksandi í Føroyum ? bæði, tá talan er um móðurmerkjakrabba og húðkrabba, og vísir til, at helvtin av teimum, sum taka solarium, eru undir 24 ár, og at av teimum, sum taka solarium í Føroyum, vitjar fimti hvør solarium einaferð um vikuna ella meir, sambært Gallup kanning frá 2007.
Í eitt nú Fraklandi og Skotlandi er forboð sett móti at ung upp til 18 ár sleppa at nýta solarium. Bæði Krabbameinsfelagið og fleiri serlæknar í Føroyum mæla til eitt slíkt forboð.