Spyr um Hvítu...

Lesarar fáa nú høvi at seta politikarum o.ø. spurningar, ið hava samband við Hvítubók. Spurningar og svar, ið skulu vera stutt og greið, verða endurgivin undir teiginum »Spyr um Hvítu«

Í sambandi við, at útgreiningararbeiðið hjá Føroya Landsstýrið er liðugt og útgivið undir heitinum, Hvítabók, fer Sosialurin undir stórt kunningarátak. Allir føroyingar fáa høvi at seta politikarum og serfrøðingum spurningar, sum hava samband við Hvítubók, og framtíðarstøðu Føroya.


Spurningarnir skulu sendast Sosialinum, sum ber spurningin víðari til rætta viðkomandi.


Til tess at so nógvir spurningar sum gjørligt skulu sleppa framat, halda vit, at ávísar treytir eiga at vera knýttar uppí tiltakið.


Stutt og greitt


Tað hevur stóran týdning, at spurningarnir eru stuttir og greiðir; eins og svarini frá politikarum o.ø. verða. Sera umráðandi er eisini, at spurningarnir verða stílaðir til ávísan persón. Ætlar spyrjarin sær t.d. at seta løgmanni onkran spurning, skal hetta viðmerkjast í tí skrivaða spurninginum. Tríggir hættir eru at seta spurningar:


Bræv:Tíðindablaðið Sosialurin

Postsmoga 76

110 Tórshavn


Faks:31 47 20


Teldupostur:[email protected]


Tað ber IKKI til at seta spurningar í telefonini...!


Spurningar og svar vera at lesa í Sosialinum við jøvnum millumbili undir teiginum »Spyr um Hvítu«.