Spurningarnir eru hesir:
- Eru ætlanir at leggja fyri Løgtingið eina integrasjónslóg?
- Um ja, nær kann integrasjónslógin væntast at verða løgd fyri Løgtingið?
- Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu frálæran fyri útlendingum í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum verður skipað í dag?
- Eru ætlanir at seta á stovn eina tulkatænastu fyri útlendingar í Føroyum?
Í viðmerkingunum til spurningarnar sigur Annika Olsen soleiðis:
»Í 2010 setti undirritaða, sum tá sat sum landsstýrismaður í útlendingamálum, ein arbeiðsbólk at gera eitt integrasjónsálit. Arbeiðsbólkurin var breitt umboðaður við viðkomandi aðalráðum, Føroya Kommunufelag, løgregluni v.fl.
Endamálið við álitinum var at fáa greiðu á, hvussu integrasjónin av útlendingum eigur at skipast í Føroyum í sambandi við yvirtøkuna av útlendingamálum. Í 2011 var álitið liðugt og handað landsstýrinum.
Niðurstøðan var greið í álitinum, at tað er neyðugt at fáa skipað frálæruna í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum, skal integrasjónin eydnast. Eitt av tilmælunum í álitinum var eisini at fáa eina integratiónslóg, sum greitt ásetur, hvørji rættindi og skyldur útlendingar hava, sum búgva og virka í Føroyum. Skilnaður eigur eisini at vera gjørdur á, um talan er um varandi uppihaldsoyvi, ella um talan er um fyribils arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Tað er Mentamálaráðið, ið eigur at gera av, hvørji krøv verða sett til námsætlanirnar fyri hesar próvtøkur sambært álitinum. Fleiri av Norðurlondunum hava ásett treytir, at man skal upp til eina málroynd, áðrenn endaligt uppihaldsloyvi verður givið. Royndir í øllum Norðurlondum vísa, at besta amboðið til eina væleydnaða integrasjón er at menna málið, at fáa kunnleika til samfelagið, mentanina og teir siðir, ið eru í landinum, og tí er eisini áhugavert, at vit kjakast um hetta skal vera eitt lógarkrav í eini føroyskari integratsjónslóg.
Í 2018 varð umsitingarligi parturin av útlendingamálum yvirtikin, men enn er ongin integrasjónslóg komin, og enn er tað rættiliga tilvildarligt og ymiskt, hvussu frálæran í eitt nú føroyskum fer fram fyri útlendingum í Føroyum. Í størstan mun eru tað føroysku kommunurnar, sum standa fyri ymiskum skeiðum. Tórshavnar kommuna hevur m.a. skeið í føroyskum á byrjanarstøði og eisini víðkað skeið fyri tey, sum eru komin eitt sindur longri í málmenningini. Hetta verður skipað undir Tórshavnar kvøldskúla. Hetta hevur virkað væl, men neyðugt er at seta enn meiri inn og fáa frálæruna skipaða kring alt landið.
Við eini integrastjónslóg eigur hond eisini at vera tikin um tey smæstu útlendsku børnini í barnagørðunum, hvussu man hjálpir teimum best við málmenningini og somuleiðis í fólkaskúlanum. Hetta er eisini eitt av greiðu tilmælunum í integrasjónsálitinum.
Kostnaðurin av eini skipaðari frálæru í føroyskum líka frá barnagarði til fólkaskúla og til próvtøkuskeiðini varð mettur at verða 6,2 mió í álitinum frá 2011. Havandi í huga, at tað longu eru 10 ár síðani, og tvífalt so nógvir útlendingar eru í Føroyum, má roknast við, at kostnaðurin eisini er nakað hægri enn í 2011.
Talið á útlendingum í Føroyum veksur støðugt, og er talan um ein sera fjølbroyttan skara. Í 2010 vóru 883 útlendingar úr 85 ymiskum londum í Føroyum og í 2019 vóru 1652 uppihaldsloyvi givin sambært Útlendingastovuni.
Eitt av tilmælunum í integrasjónsálitinum var tí eisini at seta á stovn eina tulkatænastu, sum kann veita útlendingum, ið koma higar antin í arbeiðsørindum ella í samband við familjusamanføring, bráðneyðuga hjálp og kunnleika til grundleggjandi tilboð og tænastur í landinum, eitt nú sjúkrahjálp og aðrar alneyðugar almennar tænastur.
Bróðurparturin av teimum útlendingum, sum koma til Føroya, koma í arbeiðsørindum ella tí at tey hava føroyskan maka. Talan er um eitt stórt menniskjaligt tilfeingi, sum vit kunnu gangnnýta nógv betur enn í dag. Tað eru m.a. rættiliga nógvar kvinnur, sum koma higar fyri at liva saman við sínum maka, sum eru sera væl útbúnar. Fleiri av hesum kvinnum hava útbúgvingar sum læknar, juristar ella líknandi. Av tí, at hesar kvinnur ikki duga føroyskt, verða tær í flestu førum sáldaðar frá á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Vit eiga at kunna gangnnýta hetta fólksliga tilfeingið nógv betur og tí skipa fyri frálæru í føroyskum við lóg og seta neyðuga játtan av á fíggjarlógini.
Tí verða hesir spurningarnir settir landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum.
Á Løgtingi, 23. mars 2021
Annika Olsen«