Spyr um vardar íbúðir

Eyðgunn Samulsen, javnaðartingkvinna, vil hava at vita frá Anniku Olsen, landstýriskvinnu í almannamálum, hvussu gongst við at byggja vardar íbúðir í Klaksvík og Runavík

Eyðgunn Samulsen, javnaðartingkvinna, vil hava at vita frá Anniku Olsen, landstýriskvinnu í almannamálum, hvussu gongst við at byggja vardar íbúðir í Klaksvík og Runavík.

Tað er í einum §52a-fyrispurningi, at Eyðgunn Samuelsen vil hava at vita, nær vardu íbúðirnar í Klaksvík og Runavík verða klárar at taka í brúk, hvussu nogv fólk fáa tilboð um íbúð ella búpláss, sum ikki frammanundan hava eitt tilboð, og hvussu stórur bíðilistin er, tá íbúðirnar eru tiknar í brúk.

Tilsamans eru 20 íbúðir í gerð í Klaksvík og 12 í Runavík, umframt at tað mestsum er klárt at flyta inn í ein búfelagsskapur við átta íbúðum í Klaksvík, sum er gjørdur í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Almannaráðið og Bústaðir.

- Á heysti 2014 fekk Fíggjarnevndin upplýst frá landsstýriskvinnuni á almannamálum, at heili 82 borgarar standa á bíðilista til vardan bústað og bú- og viðgerðartilboð eftir forsorgarlógini, sigur Eyðgunn Samuelsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

- Fyri 12 av hesum 82 borgarum er bíðistøðan ikki virkin. Av hesum 12 búgva 11 heima og ein í Danmark. Harumframt eru 21, sum hava búpláss í Almannaverkinum, og hava fingið játtað flyting til annað búpláss í Almannaverkinum, sigur hon. 

Tey, sum standa á bíðilistanum, eru úr øllum landinum, tí 28 borgarar búgva í Suðurstreymoy, fimm í Norðurstreymoy, ein í Sandoynni, trý í Vágum, 26 í Eysturoynni, 14 í Norðoyggjum, tvey í Suðuroynni og trý í Danmark.

-Sostatt standa 40 fólk á bíðilista í Norðoyggjum og Eysturoy, og tað er ikki óhugsandi, at fleiri eru komin aftrat á bíðilistan, sigur Eyðgunn Samuelsen.

- Nógv hava staðið á bíðilista í áravís, og tí er spenningurin stórur, um tey, ið hava bíðað so leingi, nú loksins eru ímillum tey hepnu, ið fáa tilboð um egnan bústað, sigur hon.