Spyr um viðurskiftini hjá sjúkrarøktarfrøðingum

Tað er komið fram í miðlunum, at sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða í Heilsuverkinum gjøgnum útlendskar vikarstovur hava betri viðurskifti, enn sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða gerandisligt í Heilsuverkinum.

Tað hevur fingið Beintu Løwe, løgtingskvinnu, at seta landsstýrismanninum fyrispurning um málið.

 

”Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skulu sjálvandi hava somu góðu viðurskifti, sum tey, ið koma gjøgnum vikarstovu,” sigur Beinta Løwe.

 

Landsstýrismaðurin hevur freist til 1.juli at svara fyrispurninginum frá tingkvinnuni úr Tjóðveldinum.

 

Tjóðveldi