Spyrja eftir roykfríum hølum

Alt fleiri danir vilja hava roykfrí høli, tá teir fara á matstovur at fáa sær ein bita. Upprunaliga ætlaðu teir donsku politikararnir at banna royking frá 1. apríl, men dagurin varð seinni útsettur, tí tað bar ikki til at avgreiða lógina til ta tíð.

Kortini hava fleiri matstovur longu tikið ta komandi broytingina til sín. Tað hava fólk eisini gjørt.

-Fyri fimm árum síðani spurdu fólk ikki, um tey kundu fáa eitt borð í roykfríum høli, men tað gera tey nú, sigur Lone Njor Hulth, sum er stjóri í danska matstovufelagnum, við danska útvarpið.