Høgni Hoydal og Juliane Henningsen hava sett fram fyrispurning viðvíkjandi leiklutinum hjá Føroyum og Grønlandi á COP15 veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desembur Av tí, at ongin avtala er gjørd viðvíkjandi leiklutinum hjá Føroyum og Grønlandi á COP15 veðurlagsráðstevnuni hava Juliane Henningsen og Høgni Hoydal hava tí sett soljóðandi fyrispurning:
?Hvat kann ráðharrin upplýsa um tær avtalur sum eru gjørdar við Føroyar og Grønland, í samband við komandi samráðingarnar um ta nýggju veðurlagsavtaluna, sum skal viðtakast á COP15 í desember 2009??
Ætlanin við spurninginum, er at varpa ljós á luttøkuna hjá Føroyum og Grønlandi á COP15, umframt at skunda undir, at ein veruliga avtala verður gjørd millum Grønland og Føroyar og Danmark.
Fyri stuttari tíð síðan avráddu Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, at arbeiða aktivt fyri, at Føroyar og Grønland fáa ein leiklut í nýggju veðurlagsavtaluni, sum ætlandi skal gerast í desembur.