Eiler Rasmussen gjørdist skakkur sum ongantíð áður, tá hann í U18 dystinum millum B36 og KÍ hóskvøldið, brádliga fekk eitt tyggigummi sendandi í andlitið.
- Eg havi upplivað nógv í míni tíð sum dómari. Eg eri millum annað skumpaður um koll, men at blíva spýttur í andlitið er tað mest niðrandi eg havi upplivað, sigur Eiler Rasmussen, sum til dagligt dømir í bestu deildini, við Sosialin í dag.
Tað var tveir minuttir inn í seinna hálvleik, at ein KÍ spælari gjørdist frá sær sjálvum, tá Eiler gav honum seinna gula kortið. Tað byrjaði í fyrra hálvleiki, tá KÍ spælarin tvær ferðir ikki vildi flyta seg í samband við fríspark.
- Eg gav honum eina ávaring og segði, at næstu ferð, so verður tað til gult kort. Tveir minuttir inn í seinna hálvleik ger hann tað sama. Eg gevi honum tí gula kortið, greiðir Eiler Rasmussen frá.
Tað er eftir, at KÍ spælarin hevur fingið gula kortið, at hann blívur frá sær sjálvum og brúkar óhøviskan atburð.
- Hann brúkti óhøviskan atburð og tí gav eg honum seinna gula kortið. Meðan eg skrivi tað niður spýtur hann eitt tyggigummi í andlitið á mær. Eg bleiv so bilsin, at eg næstan ikki visti hvussu eg skuldi reagera, sigur Eiler Rasmussen.
KÍ hevur boðað frá, at felagið tekur frástøðu frá hendingini, meðan venjarar og spælarar á KÍ liðnum hava biðið Eiler um umbering fyri hending, skrivar Sosialurin í dag.