Ísraelski innanríkisráðharrin, Eli Yishai, hevur sett sítt navn undir og harvið góðkent eina ætlan at byggja 1.600 bústaðir afturat í Eysturjerusalem. Talsmaðurin hjá ráðharranum sigur, at Yishai er sinnaður at góðkenna eina aðra ætlan, sum umfatar 2.700 bústaðir afturat í Eysturjerusalem.
Tær ísraelsku búsetingarnar í Eysturjerusalem og aðrastaðni í teimum hersettu økjunum eru tann størsta forðingin fyri varandi friði millum ísraelsmenn og palestinar. USA og ES hava funnist hvassliga at ísraelska politikkinum, men talsmaðurin hjá Eli Yishai, innanríkisráðharra sigur, at avgerð ráðharrans at góðkenna byggiætlanina hevur einki við politikk at gera. Avgerðin er harafturímóti ein roynd at sissa tey, sum í seinastuni hava mótmælt, at tað er ov dýrt at seta búgv í Ísrael.
-Góðkenningin er ein avleiðing av búskaparkreppuni her í Ísrael. Hetta er ein spurningur um búskap, ikki um politikk, sigur talsmaðurin.