Ísrael kann vænta sær ógvuslig hevndarálop

Víðgongda palestinska rørslan Fatah hóttir Ísrael við ógvusligum hevndarálopum, eftir at ein ísraelsk rakett drap tveir hernaðarligar leiðarar á Vestara Áarbakka týsdagin.

Teir báðir hernaðarligu leiðararnir doyðu, tá ísraelsmenn skutu eina rakett eftir einum húsum í flóttafólkaleguni Jenin á Vestara Áarbakka. Annar maðurin var leiðari í einari deild á Al-Aqsa-brigadunum, og hin var deildarleiðari hjá felagsskapinum Hamaz.

Ein talsmaður hjá Fatah segði við fronsku tíðindastovuna í gjár, at ísraelska álopið hevði eina miðvísa ætlan, og at talan var um eina beinleiðis avrætting. Talsmaðurin segði, at álopið forðar fyri, at palestinar kunnu gevast við sjálvmorðsbumbuatsóknunum at málum í Ísrael.

-Vit fara at svara harðliga aftur. Ísraelsmenn tóku okkum á bóli hesaferð, og vit fara at taka teir á bóli, segði talsmaðurin.

Fyrrapartin í gjár søktu ísraelskar tyrlur at málum í býnum Khan Yunis í Gaza-geiranum. Tyrlurnar skutu fimm rakettir, sum sambært palestinskum talsmonnum oyðiløgdu ein skúla og tvey onnur hús. Einki fólk fekk skaða.