Ísrael loyvir vørum til Gaza

Ísraelska stjórnin kunngjørdi í dag, at hon hevur gjørt av at lata palestinararnar í Gaza-geiranum fáa ymsar vørur. Sambært einum talsmanni hjá stjórnini umfatar tilsøgnin ikki hernaðarútgerð ella vørur, sum kunnu brúkast til hernaðarlig endamál.

Ísraelska stjórnin leggur tó dent á, at tað er framvegis bannað at flyta vørur til Gaza-geiran sjóvegis.

Hamas hevur ræðið í Gaza-geiranum, og rørslan sigur, at ísraelska avgerðin at lata palestinar fáa summar vørur er ikki annað enn eitt ísraelskt propagandaátak.

Tað er ikki heilt greitt, hvørjar vørur palestinararnir í Gaza-geiranum kunnu fáa, men sum skilst er talan um eitt nú mat, leikur, pappírvørur og klæðir.