1:
Fatah og palistinski leiðarin Mahmoud Abbas skrivað 4. mei. í ár undir sameiningarsáttmála við yvirgangsfelagsskapin Hamas. Talan er um sáttmála, sum m.a. ber við sær eina felags stjórn at stjórna Vestara Árbakka og Gazageiranum- og endurstovan av PLO. Um PLO skrivar Heini annars, at: ” gomlu stevnuskráirnar hjá Arafat og PLO frá sekstiárunum eru langt síðani tveittar á søgunnar øskudunga ”.
2:
Fatah og Abbas vóru og eru fullgreiðir yvir, at samanrenningin við Hamas merkir stríð við Ísrael. ” Tú kann ikki hava frið bæði við Hamas og Ísrael, vel friðin við Ísrael ”, hesi vórðu greiðu boðini frá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu til leiðara palestina Abbas.
3:
Við sáttmála sínum við Hamas steðgaði Abbas fult tilvitaður friðar-tilgongdin millum ” palistinar ”og Ísrael. Hann valdi yvirgangs-felagsskapin framum friðin við Ísrael.
4:
Í løtuni halda partarnir lágan profil, fyri ikki at skaða royndirnar at fáa heimsins lond at viðurkenna palistinska statin undir atkvøðugreiðsluni í ST.
5:
Í løtuni hava vit eina avtalu millum palistinska leiðaran Mahmoud Abbas og Hamas leiðaran Khaled Meshaal, sum inniber, at yvirgangs-felagsskapurin Hamas, við sínum ynski um burturbeinan av Ísrael, hevur fult vald í “ palestina “, saman við Fatah.
Loyv mær enn einaferð at endurtaka, at sjálvandi hava “ palestinar” rætt til egið land, men hetta má ikki kosta Ísraelum trygd teirra. ST má vísa styrki, og tryggja báðum pørtum trygd, frið og liviverdar umstøður annars.
* les annars í Bíbliuni hvussu júst hendan søgan aftur og aftur endurtekur seg