Ísrael og »stolna« land teirra

Skipað varð fyri friðarfundi á Vaglinum í Havn, leygardagin 1. februar 2003.
Í einari av talunum varð m.a. sagt, at "Ísrael má gevast við at byggja sína tilveru á stolið land". Júst hetta brotið varð endurgivið í Útvarpi Føroya.

Vit skulu við hesum boða frá, at vit harmast stórliga og mótmæla at slíkur pástandur, uttan nakað grundarlag, verður slongdur út í Føroyum.
Neyvan nakað land í heiminum hevur so gamlan og skjalfestan rætt til land sítt sum Ísrael.
Longu fyri uml. 4000 árum síðan lovaði Gud í Himli ættarfaðiri ísraelsmanna, Ábrahami, landið í æviga ogn. Hetta lyftið finst skrivliga ídag, og umfatar munandi størri landaøki, enn lítli snøkilin sum Ísrael eigur ídag.
Seinni hevur ST eisini staðfest landaøki til Ísrael.
Sokallaðu "hersettu" økini, sum umfata Judea, Samaria og Golan, vann Ísrael, tá landið varð álopið í juni 1967.
Á vári í 1967 øktist spenningurin í Miðeystri og grannar Ísraels vóru sera naskir hernaðarliga, so naskir, at gitna 6-daga kríggið, á trimum hermótum, gjørdist veruleiki.
Øll vita, at tá ið tú loypir á, so eru vanliga tveir møguleikar: antin vinnur tú ella tapur tú.
Um tú vinnur, so er tað tú sum setur markið. Um tú tapur, so er tað hin sum setur markið.
Sum kunnugt so vann Ísrael 6-daga kríggið. Gomlu mørkini móti Jordan og Sýria vóru vónleys at verja og tí setti Ísrael núgaldandi mørk.
Aftur í oktober 1973 varð Ísrael álopið á trimum hermótum samstundis, men megnaði at verja seg. Tá vóru ongar broytingar gjørdar í teimum marknaásetingunum, sum Ísrael varð noytt seta í 1967.
Loyndarmálið við sigrunum Ísraels er, at Harrin Gud í Himli hevur vart teir higartil, sum skrivað er í Sálmi 121,4.
Ísrael hevur onki land stolið, men teir hava sín fulla rætt til land sítt. Hjá teimum snýr tað seg um lív ella deyð; teir ynskja ikki ófrið ella kríggj við nakran; kortini vísur stórur partur av heiminum teimum støðugt meira og meira illvild.
Eisini her í Føroyum merkist illviljin týðiliga, tá vit hoyra slíkar útsagnir, sum friðarfundurin kom við.
Vit ynskja og biðja eftir friði millum lond og millum fólkasløg, Sálmur 122,6-9.