Ísrael steðgar Gaza-skipi

Ísraelski herflotin hevur sett fólk umborð á finska skipið Estelle, sum er á veg til Gaza-geiran. Mikael Löfgren, sum er talsmaður hjá teimum, ið hava fyrireikað ferðina, sigur við Aftonbladet, at ísraelski herflotin hevur kringsett Estelle og sett fólk umborð. Hann dugir ikki at siga, hvat er hent síðani, ella hvat hendir skipinum og manningini nú.

Ísraelska herleiðslan hevur váttað fyri fronsku tíðindastovuni AFP, at herflotin hevur sett fólk umborð á tað finska skipið.

Umleið 30 fólk eru við Estelle, teirra millum tveir finnlendingar og 11 sviar. Eftir ætlanini skuldi skipið koma til Gaza seinnapartin ella í kvøld.

Ísrael hevur fyrr steðgað skipum, sum royna at sleppa til Gaza. Sambært ísraelsmonnum verður tað gjørt fyri at forða fyri, at víðgongdir palstinar í Gaza fáa vápn sjóvegis.