Ísraelsk mina drap fimm skúlabørn

Einstakir ráðharrar og partar av ísraelsku herleiðsluni krevja, at málið skal kannast til botns

 

Tað var ikki ein óbrostin granat, sum tey fimm palestinsku skúlabørnini komu framá hósdagin, men heldur ein sokallað "lúrimina". Tey fimm skúlabørnini, sum øll búðu í Gaza, vóru millum seks og fjúrtan ára gomul.

Upprunaliga ljóðaði, at tey fimm børnini høvdu funnið eina óbrostna ísraelska granat, sum tey síðani vóru farin at spæla við, men ísraelska blaðið Maariv avdúkaði í gjár, at talan var ikki um eina granat, men eina minu. Blaðið veit eisini at siga, at ísraelskir agentar løgdu minuna herfyri. Ætlanin var, at hon skuldi beina fyri víðgongdum palestinum, sum hildu til har, og sum høvdu skotið eftir ísraelskum hernaðarmálum.

Ísraelska útvarpið segði í gjár, at kreftir í herleiðsluni høvdu kravt, at tilburðurin skuldi kannast, og Ephaim Smeh, flutningsmálaráðharri, sum var varaverjumálaráðharri í undanfarnu stjórnini, segði við útvarpið, at málið skal kannast.

- At fimm børn doyggja á hendan hátt eiga vit at taka í størsta álvara. Málið má kannast, og herleiðslan eigur at lata okkum eina frágreiðing um hetta, segði ráðharrin.

Skeiv frágreiðing

Andstøðuleiðarin í ísraelska tjóðartinginum skuldsetti í gjár herleiðsluna fyri at skáka sær undan ábyrgd við at siga, at herurin hevði ikki skotið granatir inn í Gaza hósdagin.

Tann fyrsta frágreiðingin hjá herleiðsluni var, at tey fimm børnini vóru komin fram á eina óbrostna granat, tá tey vóru á veg í skúla. Sagt varð, at børnini koyrdu undir granatina, sum alt fyri eitt sprongdist. Tey fimm børnini fóru so illa, at tey vóru ikki til at kenna aftur. Tey fóru til gravar í gjár.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at stríðið millum ísraelsmenn og palestinar hevur kostað palestinskum børnum lívið.

Tann syndarligi tilburðurin í Gaza hósdagin hendi, júst sum George W. Bush, forseti og Colin Powell, uttanríkisráðharri hava lagt trýst á ísraelsmenn og palestinar fyri at fáa enda á ófriðinum. Tað er einki at ivast í, at tilburðurin í Gaza fer at herða amerikanska kravið um frið.

Fyribils er úrslitið, at Ariel Sharon, forsætisráðharri hevur játtað at hitta Bush forseta.

(Fartekst)