Ísraelska herleiðslan hevur sent nógvar hermenn til Vestara Áarbakka, tí myndugleikarnir bera ótta fyri ófriði í sambandi við, at palestinar fara at søkja um limaskap í ST seinni í dag. Sambært ísraelska blaðnum Haaretz hevur herleiðslan sent fimm deildir at hjálpa teimum hermonnunum, sum vanliga hava støð har.
Ísraelska herleiðslan ásannar, at hon hevur ikki fingið nakra ábending um, at nakar ætlar at skipa fyri ófriði, men sum skilst ber herleiðslan ótta fyri, at umsóknin í ST kann elva til samanbrestir millum palestinar og jødiskar niðursetumenn. Harafturat kemur, at Hamaz hevur sagt, at dagurin í dag er ein vreiðinnar dagur.
Fríggjadagur er, og tí fara teir ísraelsku myndugleikarnir at hava eitt serliga vakið eyga í sambandi við fríggjasagsbønina. Ísraelska løgreglan stendur á varðhaldi allastaðni, og vaktarhaldið er styrkt munandi í Jerusalem.
Í gjár gingu umleið 1.000 palestinar mótmælisgongu í Gaza og Ramallah at mótmæla, at Barack Obama hevur roynt at fáa Mahmoud Abbas at leggja umsóknina til viks, og í Tel Aviv skipaðu fólk á vinstravonginum fyri einum stuðulstiltaki til frama fyri eitt sjálvstøðugt palestinskt ríki.