Tað var ein ovurfegin Azzam Azzam, sum kom til Jerusalem sunnudagin, har hann løtu seinni hitti Ariel Sharon, forsætisráðharra.
-Túsund takk, harra forsætisráðharri. Eg veit ikki, hvussu eg skal takka tygum, men eg visti, at bleiv eg ikki latin leysur, meðan tygum vóru forsætisráðharri, fór eg ongantíð at sleppa úr fongslinum, segði Azzam Azzam,.
Sharon greiddi tíðindafólki frá, at tá hann gjørdist forsætisráðharri, setti hann sær fyri at fáa Azzam Azzam heimaftur, og at nú var hann endiliga komin á mál.
Egyptiska trygdartænastan tók Azzam Azzam í november í 1996. Hann var tá stjóri á einari klædnaverksmiðju í Egyptalandi, men egyptisku myndugleikarnir ákærdu hann fyri njósning. Árið eftir kom hann fyri ein serligan trygdardómstól, sum dømdi hann 15 ára fongsul.
Herfyri ljóðaði, at egyptar vóru sinnaðir at lata Azzam Azzam leysan, um ísraelsku myndugleikarnir vildu ganga við til at lata palestinska leiðaran Marwan Barghouthi leysan. Einki spurdist burtur úr hesum, og Azzam Azzam varð ístaðin latin leysur í býti við seks egyptiskar studentar, sum hava sitið í fongsli í Ísrael, eftir at teir høvdu sníkt seg um markið. Ísraelsmenn vildu vera við, at studentarnir høvdu ætlanir um at ræna ísraelskar hermenn, men sjálvir hava menninir greitt frá, at teir ætlaðu at finna sær arbeiði í Ísrael.
Ísraelsku myndugleikarnir hava ongantíð viljað váttað, at Azzam Azzam njósnaðist í Egyptalandi. Í 1979 var Egyptaland var tað fyrsta arabiska landið, sum skrivaði undir friðarsáttmála við Ísrael, men tann harðrenda ísraelska framferðin ímóti palestinunum gjørdi, at Egyptaland tók sín sendiharra úr Ísrael fyri fýra árum síðani. Í seinastuni hava tekin kortini verið um linna ímillum tey bæði londini.