iLaks hevur fleiri ferðir víst á, at útlendsk feløg, sum reka virksemi í Noregi, framvegis hava ein munandi útflutning til Russlands av eitt nú fiskafóðuri og laksasmolti.

Einki forboð fyri fóðuri og smolti til Russlands

- Vit mugu halda trýstinum á russisku stjórnina og teirra stuðlar uppi, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt.

iLaks hevur fleiri ferðir víst á, at útlendsk feløg, sum reka virksemi í Noregi, framvegis hava ein munandi útflutning til Russlands av eitt nú fiskafóðuri og laksasmolti.

Noreg hevur gjørt av at seta í verk eitt nýtt umfar av revsitiltøkum móti Russlandi. Men, heldur ikki í hesum umfarinum eru fiskafóður og smolt við.

 

Nýggi revsipakkin hjá Noregi, sum eru í samsvar við ES-átøk, ið felagsskapurin samtykti hin 25. februar í ár, eru vend móti krígsførsluni hjá Vladimir Putin, forseta.

 

- Vit mugu halda trýstinum á russisku stjórnina og teirra stuðlar uppi, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, í tíðindaskrivi, sum eitt nú iLaks og fleiri aðrir norskir miðlar endurgeva.

 

Hon vísir á, at revsitiltøkini raka russiska búskapin hart og viðvirka til, at vørur og tænastur ikki røkka fram til russiska krígsídnaðin.

 

- Noreg stendur saman við Evropa og hevur samtykt allar revsipakkarnar, sum ES hevur samtykt, sigur hon og leggur aftrat, at Noreg stuðlar frælsisbardaganum hjá Ukraina.

 

##med2##

 

Uttanríkisráðharrin sigur, at nýggju revsitiltøkini, sum eitt nú fevna um forboð móti innflutningi av ráolju og petroleumsvørum, raka russiska búskapin hart.

 

Anniken Huitfeldt vísir á, at í februar í ár minkaðu russisku skattainntøkurnar fyri olju og gass við 46 prosentum, tá samanborið verður við skattainntøkurnar hjá Russlandi fyri innrásina í Ukraina.

 

- Revsitiltøkini gerast meira og meira umfatandi, og hetta er eitt týðiligt tekin til russar um, at Evropa góðtekur ikki russiska álopskríggið í Ukraina, leggur uttanríkisráðharrin aftrat.

 

iLaks hevur fleiri ferðir víst á, at útlendsk feløg, sum reka virksemi í Noregi, framvegis hava ein munandi útflutning til Russlands, og her er eitt nú talan um fiskafóður og laksasmolt.

 

- Men, fiskafóður og smolt er framvegis ikki við í revsitiltøkunum móti Russlandi, leggur iLaks aftrat.

 

 

 

iLaks hevur fleiri ferðir víst á, at útlendsk feløg, sum reka virksemi í Noregi, framvegis hava ein munandi útflutning til Russlands av eitt nú fiskafóðuri og laksasmolti.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt.